Tænastur
Fá kunnleika frá einum, sum hevur verið í tónleikalívinum mesta av lívi sínum. Fyrst í Føroyum, síðani 26 ár í USA og Kanada, har eg hevði musikkhandil. Síðani varð eg við til at menna og framleiða klaver/flygil eins og eg stemmaði og umvaldi klaver burturav. Tá eg stemmaði mest, stemmaði eg umleið 400 klaverir um árið. Eisini hevði eg t.d. saman við einum øðrum klaverteknikara høvuðsábyrgdina av Yamaha klaverum og flyglum í einum øki uppá umleið 1/2 mill.Her fært tú se
Nú eri eg so aftur í Føroyum.
Merki og framleiðsla av ljóðførum er ómetaliga nógv broytt seinastu árini. Summi merki eru vorðin betri, summi verri, summi eru ikki til meira og so eru tað mong nýggjari merki, har ein fær ómetaliga nógv fyri pengarnar – góðsku fyri minni pening. Alt hetta havi eg fylgt við í og kann vegleiða um.
Eg kenni flest øll merki av klaverum, gittarum, tvørfloytum osfr. og kann geva tær hollan kunnleika um flest øll merkir og hvat ger eitt ávíst betri enn eitt annað..