Back

Kirkju ella klassisk orgul

Vit umboða tey vælkendu Viscount orgluni sum verða framleidd í Italia. Viscount er í dag heimsins størstu framleiðari av digitalum klassiskum orglum. Tey hava ein fantastiskan tóna og ljóða fakta sum eitt gott pípuorgul. Nýggjasta digitaltøknin ger at tey hava eitt ótal av møguleikum sum fyrr ikki vóru møgulig. Tað eru longu nú nøkur Viscount kirkjuorgul í Føroyum. Tey eru sera væl hóskaði til bæði smærri og størri kirkjur og fyri ein sera rímiligan pening. Niðanfyri er tann enska heimasíðan sum eisini vísir prísirnar í Enskum gjaldoyra. Prísirnir í Føroyum verða nøkulunda tað sama sum í Onglandi.

 

Welcome to Viscount Classical Organs, the UK’s leading electric Digital Church Organ specialist.

Vit umboða eisini Allen kirkjuorgul. Í USA verður Allen vanliga roknað sum tey bestu kirkju og samkomu orgul. Tað eru fleiri av teimum í Føroyum og tann seinasta kirkjan sum fekk eitt Allen orgul varð kirkjan í Oyndafirði. Td. hevur eisini Betesda í Klaksvík eisini eitt Allen, eins væl og Siloa, Berøa og gamla Nes Kirkja.

Vanligt er at lata tær gomlu pípurnar av pípuorglum standa og so installera eitt digital Allan. Tíverri sært tú ofta ikki at tað er eitt digital orgul sum verður nýtt og heldur at tað er eitt vanligt pípuorgul.

https://www.allenorgan.com

Sum flestu vita, so nýtast digital instrumentir ikki at verða stemma og fara ei heldur av stemmingi av skiftandi varma og kulda.