Back

Guitar stilling og umvæling

Vit gera vanligt “set up” á guittarum. Tað er sera umráðandi at streingirnir liggja tætt at arminum, annars verður hann sera tungur at spæla uppá og viðhvørt liggja streingirnir ov nær, soleiðis at streingirnir klirra tá tú spælir. Hetta kann vanliga stillast og eisini skulu streingirnir skiftast javnan.

Streingir missa skjótt tann vakra tónan serliga av feitti av fingrunum sum legst á teir umvundnu streingirnar, so teir ikki svinga rætt. Sjálvt um guittarin ikki verður nýttur, so legst korrusión á streingirnar og við sama úrsliti.

Tá streingir missa tann vakra kopar-litin ella vakra gula/gull bronse-litin, er tí at skifta streingir. Mong skifta eina ferð um mánaðin, onnur tvær ferðir um árið og onnur eina ferð um árið.

Armurin á guitarinum skal ikki vera beinur, men har skal ein lítil buður verða í honum. Er buðurin ov stórur verður hann ringur at spæla uppá og er buðurin ov lítil, ja, so klirra streingirnir.