Gott at vita um klaver
Tá tað kemur til livitíð er eitt klaver sum er umleið 30 ára gamalt at líkna við ein persón sum er 60-70 ár.
T.d er virði av einum 15 ára gomlum klaveri 50% av nývirði.
og virði av einum 30 ára gomlum klaveri er umleið 25% av nývirði. (tað sum tú kanst keypa tað fyri ídag),
Flestu nýggjari klaver eru einans umleið 104 til 110cm høg, hava lítlað fyllu og kosta ímillum Kr.28-34.000.
Um tú lesur víðari skilir tú betri hví tey fella í virði í eitt slíkt mát.
Hæddin hevur ómetaliga nógv at siga. Tess hægri, tess fyldigari klangur og tess betri bassur.
T.d. í Japan, Korea, Kina osv. vilja fólk ikki hava klaver sum eru lægri enn 120 cm. Undir 120 cm verður ikki roknað sum klaver. Tað er bert í Vesturheiminum at klaver sum eru heilt niður í 100 cm verða brúkt….ikki spyrja meg hví. Tey flestu klaver í Føroyum eru ímillum 100 -112 cm.
Eitt klaver sum er umleið 30 ár er longu byrja at missa klangin. Tey fyrstu árini verður klangurin hvassari og hvassari men frá umleið 25 ára aldri byrjar klangurin at verða bleytari og bleytari, tvs. at í ein stuttan yvirgang er hann passaliga bleytur men verður so meiri ullintur og “dayður”.
Vanliga verður sagt at um tú skalt hava besta tóna ella ljóð úr einum flygli, skalt tú skifta hammrar hvørji 20 ár og streingir hvørji 40 ár
Ljóðborði sum er bakið á klaverinum og sum er ein fríttstandandi pláta, verður á bíligum klaverum gjørd av finer plátum meðan á betri klaverum verður tað gjørt úr solidum viði. Vanliga verður brúkt Grann træ. Eitt seint vaksandi grann træ gevur eitt nógv betri ljóð enn eitt skjóttvaksandi træ. Eisini tess eldri træið er, tess betri klangurin. Eitt skjóttvaksandi træ er bíligari enn eitt seint vaksandi, tí tey seint vaksandi trøðini vaksa vanliga hægri uppi og eisini eru færri og færri til av teim gomlu trøunum.
Tað er vanliga viðmerkt um ljóðborði er “solid spruce” ella bert “spruce”. Stendur einans “spruce” er tað vanliga ein finer pláta og tú fært aldri eitt verðuliga gott ljóð við eini finerplátu.
Streingirnir, eins og á guitarum hava eisini nógv at siga. Teir bestu streingirnir eru eisini úr Týsklandi meðan Amerikanararar hava sera góðar umvundnar ella bass streingir. Tá ið eitt klaver eldist er ofta gott at skifta teir umvundnu streingirnar.
Konstruktionin ella designi er samanspæli immillum tjúgd og long av streingjum, spenni á streingjunum, ljóðborð, hammrar osv.
T.d. kann eitt klaver sum bert er 121 cm høgt hava líka langar streingir ella enntá longri streingir enn eitt 131 cm høgt klaver.
Sjálvsagt skal balansurin á klaviaturinum eisini verða í ordan, tvs. samanspæli ímillum bass, miðu og diskant.
Mekanikkurin ( the action) ella innmaturin hevur eisini stóran týdning. Summi klaver virka tung at spæla uppá meðan onnur eru løtt og uppaftur onnur eru ein dreymur at spæla uppá. Góðskan er eisini ymisk…líknandi sum við ljóborðinum.
Tað kundi verði mangt annað at lagt afturat, men hetta verður nokk her.
Stemming:
Eitt klaver skal helst stemmast hvørt ár, og er tað nógv brúkt, tvær ella tríggjar ferðir um ári.
Tú sparir einki við ikki at stemma, tí tá missir tað tann góða tónan og helst tímir tú minni og minni at spæla uppá tað. Eisini er tað nógv torførari at stemma aftur og at fáa ein góðan tóna í tað aftur. Samlaða spenni á streingunum er umleið 40-45.000 pund og sjálvt um klaveri ikki verður nýtt nógv, so togna streingirnir av sær sjálvum.
Tað skal helst ikki standa beint i sól, undir einum vindeyga (gjóstur), ímillum tveir radioatorar ella beint við ein radiator. Hetta fær klaverið at fara skjótari enn vanligt av stemmingi og kann eisini skaða instrumenti.
Hvat skal ein keypa.
Chopin segði, at títt fyrsta klaver má verða tað besta klaverið tú ognar tær. Tíverri gera vit oftast tað mótsatta tí vit hugsa vit skulu bert hava okkurt at læra okkum við.
Eitt sum eg síggji alt ov ofta er, at fólk keypir eitt ov bíligt og ella ov lágt nýtt klaver, ella eitt eldri ofta ringt brúkt klaver.
Tað sum tá vanliga hendir er, at sum tíðin líður tímir ein minni og minni at spæla uppá hesi klaver og ofta gevist ein at spæla. Hinvegin siga ella hugsa foreldrini, at vit hava eitt klaver og tá tú ella vit verða so og so góð/góður spælari, so keypa vit eitt annað betri klaver. Tíverri hendir hetta næstan aldri.
Tað er nógv betri at keypa eitt klaver íð nøktar tørvin langt fram í tíðina og sum ein leingist eftir at spæla uppá, tí tónakvaliteturin er so góður, í mótsetning til eitt klaver sum ein við ringum huga setir seg við.
Hamrarirnir skapa eisini ljóðið í klaverinum. Teir eru gjørdir av pressaði seyða-ull. Teir bestu hamrarnir eru Týskir. Teir eru passaliga bleytir og geva ein vakran tóna. Teir Japansku hamrarnir (eisini kallaðir Asiatiskir) eru nógv harðari enn teir Týsku og geva eitt hvast ljóð. Eisini skal havast í huga at ljóði á einum klaveri verður hvassari við brúki, tí felti á hamrunum verður pressa saman, við tað at hamarin rakar streingin á sama stað alla tíðina.
Tá klaverið (hamrarnir) eru umleið 25-30 ár verða teir fyrst sera harðir, síðanið upploysast teir og verða so bleytari og bleytari. Hetta førir við sær at ljóði fyrst verður hvassari, síðani “skiti” ljóð og síðani myrkt, ”ullint”, spinkult og deytt ljóð.
Eg sigi vanliga við fólk….. hugsi um hamrarnar sum dekkini á einum bili !!!!!
Tá eitt klaver er eini 70 ára gamalt er sanniliga tíð uppá at skifta hamrar. Eg síggji á brúktum klaverum sum eru keypt úr Danmark, at streingirnir eru skiftir, men ikki hamrarnir. Hetta gevur onga meining, tí tað fyrsta sum fer eru hamrarnir og ikki streingirnir.
Vanliga verður sagt at um tú skalt hava besta tóna ella ljóð úr einum flygli, skalt tú skifta hamrar hvørji 20 ár og streingir hvørji 40 ár.
Stemmu pinnarnir: Tá klaver eldast er vanligt at onkur ella fleiri av stemmu pinnunum verða so mikið leysir at teir ikki megna at halda tónahæddina ella stemmingina á streingunum. Eru bert nakrir fáðir leysir ber til at skifta teir, men eru tað ov nógvir, er ofta lítið at gera uttan at skifta allar og tað er stórarbeiði.
Eisini er vanligt at bjálkin sum stemmupinnarnir sita í, klovnar ella turrrotnar. Viðhvørt kann hjálpast uppá hetta men viðhvørt kann einki gerast við tað.
Hvar verða klaver framleidd
Í 2008 vórðu 450.000 klaver og flygil seld uppá heimsbasis, harav 12.000 vórðu framleidd í Europa.
I 1997 vórðu tilsamans 400.000 klaver og 60.000 flygil seld á heimsbasis.
Tað verða umleið tvær ferðir fleiri musikkinstrumentir seld ella keypt í USA enn í Europa (fólkatalið er umleið tað sama).
Ídag framleiði Kina ca. 450.000 klaver og flygil og eru tað ca. 200 klaverfabrikkir í Kina. Kvaliteturin er frá semikonsert/konsert til vánaligan kvalitet, so ofta er ringt at skilja hvat er hvørt ….gott ella vánaligt.
Ádrenn 1960 vórðu flestu klaver framleidd í USA og Europa og vórðu tá fleiri hundra merkir at velja ímillum. Í dag verða flestu konsert og semi -konsert framleidd í USA og Vestur Europa.
Í dag verður td. einki klaver framleitt hvørki í Scandinavia ella Onglandi og bert nøkur fá í Vestur Europa.
Russland framleiðir klaver men tað er mest til heimabrúk, tí kvaliteturin er ikki nóg góður.
Umleið 1960 byrjaðu Japanarar at útflyta klaverir. Tey fyrstu ið vórðu útflutt, vórðu ikki góð, men teir lærdu skjótt. Nú verða mest góð og sera góð klaver gjørd í Japan og nøkur fá semi-konsert.
Í 1980 vórðu 250.000 klaver seld í Japan men í 2000 bert 47.000.
Umleið 1980 byrjaðu Koreanarar at útflyta klaverir og varð søgan har tann sama sum í Japan. Har vóru merkir sum Samick, Young Chang og onnur. Í dag verða góð og sera góð klaver gjørd í Korea. Í 1990 tá klaverframleiðslan var í hæddini vórðu 230.000 klaver/flygil framleidd í Korea.
Arbeiðslønin fór skjótt upp bæði í Japan og Korea og byrjaðu hesar fyritøkur at gera klaverir í Indonesia, har arbeiðslønin var og er nógv minni. Mestu klaver úr Indonesia fella undir Vanlig miðal og Góð miðal instrumentir.
Hetta er heimsins størsta klaverfabrikk. Hon fkann framleiða umleið 100.000 klaverir um árið, hevur umleið 3500 arbeiðsfólk og er hon í Guangzhou, Kina.
Umleið 1990 komu fyrstu klaveruni úr Kina og har var søgan aftur tann sama. Tey fyrstu vóru alt annað enn góð, men av tí at tey Japansku og Koreansku merkini høvdu koyrt flest allar klaver framleiðarar í USA og Europa á heysin, hendi tað, at teir gomlu klaver framleiðararnir í USA og Europa, sum sóti inni við stórari ”know how”, nú flyta sína ”expertisu” til Kina.
Støðan er nu global og mangir av teim bestu klaver framleiðara expertunum fra Europa, USA, Japan osv. arbeiða nú saman við ella á Kinesiskum verksmiðum og tær betru verksmiðurnar nýta enntá mesta tilfari til klaveruni úr Europa og USA. Eisini eru fleiri av teim Kinesisku fabrikkunum sera nýmótans við øllum sergjørdum avanseraðum tólum.
Td. í 2007 keypti Gibson (guitar fyritøkan) klaverfabrikk nummar tvey í Kina. Hetta var tann triðstørsta klaverfabrikkin í Kina og framleiðir hon umleið 30.000 klaverir um árið. Eisini framleiðir td. Steinway tað bíligastu seriuna av teirra klaverum/flyglum í Kina.
Av teim 36 klaverfabrikkunum í Kina sum tøl eru fyri, framleiddu tær í 2009 tilsamans 375.000 klaverir, harav 31.600 flygil. Útflutningur til Vestur Europa, USA og Australia í 2009, var 114.000 klaver og flygil.
Kinesarar eiga fá merkir sjálvir, so vanligt er at bæði Europeisk og Amerikonsk merkir hava síni klaver og flygil gjørd í Kina. T.d. ger Heilun fabrikkin klaver fyri Wagner, Heilun, Wendl & Lung og Steigerman. Øll hesi merkir eru vanliga somu klaver, við bert smáum kosmetiskum broytingum og ofta eru støddirnar broyttar, td. kann eitt 121 cm klaver í tí eina merkinum eita 120 cm ella 123 cm í einum øðrum osv.
Ein kann ikki samanbera eitt 10 ára gamalt Kinesiskt klaver við eitt fra í dag, tí tey eru so nógv betri og broytt. Tað eru yvir 200 klaver framleiðarar í Kina og vit hava allan skalan fra ringum til sera góð. Fleiri av teimum sum selja hesi klaver í USA og Kanada, siga at tey bestu nú liggja á sama støði sum semi konsert, sjálvsagt fyri ein nógv lægri prís.
Hetta at Kinesisku klaveruni og onnur musikktól eru vorðin góð, er ein svárur biti at svølgja hjá mongum, men minnast skal til, at tað tók Japanskum framleiðarum 15-20 ár at verða góðkend sum góð merkir. Td. komu tey fyrstu Yamaha klaveruni til Kanada undir navninum Steigerman.
Vit umboðamerkir sum
Bechstein…..konsert flygil
Bechstein Academy…semi konsert.
Wagner, W.Hoffmann (Tradition series): klaver til tann sera kræsna.
Samick, Wagner og onnur, sum eru vælegna bæði til tann kræsna og tann ið byrjar.
Nøkur av hesum merkjum eru a lagri og kunnu roynast i Runavik.
Eg kenni flest øll merkir og kann bjoða tær hollan kunnleika og servicu, bæði ta tað kemur til keyp, umvæling, stemming og intonering.
Vanliga verða klaver deild upp i seks høvuðsbolkar:
Konsertflygil:
I hesum bólki eru bert 6 merkir og tey eru: Bechstein, Bluthner, Bøsendorfer, Fazioli og Steinway.
Semi konsert flygil:
I hesum bólki eru: August Förster, Bechstein (Academy), Estonia. Feurich, Grotrian, Haessler, Mason & Hamlin. Sauter, Schimmel (Konzert), Seiler, Shigeru Kawai, Steinway & Sons (New York) og Yamaha CF (einki av hesum Yamaha er í Føroyum) og Kawai.
Góð kvalitets instrumentir, eitt millumstig imillum semi konsert og húsbrúk.
I hesum bólki eru ov nógv til at taka nakað framúr. ( men td. S4 og S6 Yamaha flygil eru í hesum bólki…einki av hesum Yamaha er í Føroyum)
Goð miðal kvalitetur:
Tað er i hesum bólki at flest fólk keypir og kann nevnast at Yamaha C flygil og U klaver modellini eru í hesum bólki. Eisini eru bæði Wagner, Kawai og onnur í hesum bólki.
Vanlig miðal klaver. Ikki so góð sum fýra, men góð til tann ið byrjar og alt vanligt klaver spæl.
Undir miðal og vánalig klaver.
Gott at vita um klaver
Tá tað kemur til livitíð er eitt klaver sum er umleið 30 ára gamalt at líkna við ein persón sum er 60-70 ár.
T.d er virði av einum 15 ára gomlum klaveri 50% av nývirði.
og virði av einum 30 ára gomlum klaveri er umleið 25% av nývirði. (tað sum tú kanst keypa tað fyri ídag, sum er ímillum Kr.25-30.000.00) Flestu nýggjari klaver eru einans umleið 104 til 110cm høg og hava lítlað fyllu.
Um tú lesur víðari skilir tú betri hví tey fella í virði í eitt slíkt mát.