Back

Ymiskt um Akkustiskar guitarar

Guittarar koma í øllum møguligum prísklassum, og sum alt annað, kvaliteturin er hareftir. Ein bíligur guittari er gjørdur úr bíligum finer plátum og ella bíligum timbri. Trupuleikin er at hesirvanliga  hava eitt tunt ella blikkkent ljóð ogofta tá hesir eldast verða teir sera ringir at spæla uppá. Viðhvørt fái eg nýggjar bíligar inn til umvæling, sum eru óbrúkuligir, summir kunnu gerast brúkuligir og summir ikki.

Á hinum endanum hava vit hondgjørdar við besta ljóð- tilfari sum finst, sum bæði syngja, klinga og eru ein dreymur at spæla uppá.

Tað eru eisini ljóð ideir, um hvat íð er eitt gott ljóð. Amerikansk gjørdir akkustiskir guittarar hava ofta ein bass sum hevur lyndi til at dominera meðan ikki so góðan diskant. Tað Europeiska ljóði er beint mótsatt, hvar tú hevur góðan diskant og minni bass.

So hevur tú eisini støddina á guitar kassanum, hvar teir stóru kassarnir (Jumbo og Dreadnought) egna seg væl til rytmu og at jamma við. Tann mest populeri kassin er vist Grand Auditorium ella Auditorium. Hesin kassin egnar seg væl til bæði fingraspæl og eisini til rytmu. Og so hevur tú eisini eitt sindur enn minni kassar og eru tað ofta hesir kassar ella guitarar sum nógv fyritrekkja, tí teir liggja væl tá ein situr og spælir og hava eisini eitt gott balansera ljóð.