Back

Um okkum

Eg eri uppvaksin og havi livað stóran part av mínum lívi í Føroyum. Eisini havi eg búð tvey ár í USA og eini 26 ár í Kanada.

Frá umleið 1972 til 1985 hevði eg ein musikkhandil her í Runavík, men konan var úr Kanada og vildi hon sleppa aftur til heimlandið. Í 1985 fluttu vit so til býðin  Hamilton, sum er mitt ímillum Toronto og Niagara Falls, hvar eg keypti  Waddington Music. Eftir at hava haft musikkhandil í meir enn 20 ár kastaði eg meg yvir at stemma og umvæla klaver.

Eg tók eina klaver-flygil tekniskta útbúgving á George Brown College og hevði eisini í ein yvgang saman við einum øðrum manni servisuna av Yamaha klaverum og flyglum, í einum øki á umleið 7-800.000 íbúgvum. Eisini var eg við til fleiri Yamaha Kanada servisu, teknisk skeið. Tá eg stemmaði mest, lá talið um eini 400 stemningar um árið.

Eftir hettar var eg saman við øðrum um framleiðslu av klaverum og flyglum í Kina, undir navninum Silvertone.

Umstøður hava gjørt at eg eri aftur í Føroyum og eg havi valt at gera tað sum eg kenni sera væl…søla og servisa av musikkinstrumentum. Eg kenni flest øll merkir og veit hvat tey standa fyri av kvaliteti.

Eg havi valt merkir hvar eg haldi at tú fart eina mest fyri tína pengar, tvs. góðan kvalitet fyri ein minni penga. Eg innflyti td. bæði klaver, flygil og gittarar direkta frá framleiðara.

Eitt sum eg ofta hoyri frá serliga fólki úr Havn er….”tað er ótrúligt sum instrumentini hjá tær eru bílig”, tvs. at tú fært nógv fyri pengarnar her, kvalitet fyri ein bíligan penga.